Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í gjár varð avdúkað, at Poul Krebs, Michael Falch, íslendski Friðrik Dór og Swangah verða millum nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest í summar.

Og í dag boða fyriskipararnir frá, at David Bickler úr heimskenda bólkinum Survivor eisini verður við á Tórsfest í summar. David Bickler var høvuðssangari í Survivor, sum fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot í 1982, tá Sylvester Stallone bað bólkin gera tónleik til nýggja filmin hjá sær Rocky III. Sangurin "Eye of the Tiger" gjørdist eitt heimshitt av teimum heilt stóru og lág nummar eitt á Billboard í heilar 7 vikur. "Eye of the Tiger" varð kostin "Best New Song" tað árið og er enn tann dag í dag sera nógv spældur. Nú verður so David Bickler við bólki, at hoyra live á Tórsfest í summar, og man ikki øll gongugøtan fara at kóka, tá David Bickler fer at syngja ”Eye of the Tiger”.

Konni Kass á Tórsfest
Tónleikarin, saxofonisturin og songkvinnan Konni Kass úr Havn byrjaði sum 12 ára gomul at spæla saxofon og seinni eisini at syngja. Eftir at Konni vann árligu talentkappingina Sement í 2015, hevur veruliga verið boð eftir henni - bæði í Føroyum og uttanlands. Framførslan á Spot Festival í Århus í mai í fjør førdi til ein altjóða plátusáttmála og gav møguleikan til framførslur í Skandinavia, Týskland, Sveis og Eysturríki. Í september spældi Konni og bólkur hennara fleiri væleydnaðar framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg, har tey eisini vóru tilnevnd til Anchor Award. Fyrst í november spældu tey á Iceland Airwaves í Reykjavík og í mars í ár gjørdist Konni Kass “Ársins nýggja navn” á FMA 2017 í Norðurlandahúsinum.

Festligu og freku Páll Finnur Páll
Seinastu nógvu árini hava Páll Finnur Páll fer eftir fer savnað tjóðina við sínum vælsvingandi og provokerandi sangum. Við hittum sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Eg, Fari mín Egna Veg, Mín Russiski Vinur, Grannin og fleiri øðrum, klára menninir í Páll Finnur Páll altíð at fáa øll við. Og hvørja ferð teir trína á ein pall, kunnu áskoðararnir vænta eitt brak av einari framførslu. Tað er eingin ivi um, at Páll Finnur Páll fara at geva øllum á Tórsfest eina festliga, fríska og freka løtu, tá ið teir fara á pallin leygarkvøldið 22. juli.

Fyriskipararnir boða frá at enn fleiri nøvn verða kunngjørd í morgin.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2017 byrjaði í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo