Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So frættist eina ferð  aftur frá okara monopoliseraða parnassi ella tí eksklusiva  M. A. Jacobsens virðislønar-bandanum. 

Nú hevur man í ramasta álvara givið tí sama "litterera" kandidatinum ein fín-kulturellan heiðursprís fyri fjórðu ferð.

Tann littereri heiðursprísurin verður soleiðis niðurprioriteraður til fótatraðk og tað turra spott.

Tað verður slett ikki nakar heiður, men bara ein ússalig parodi.

Aðrastaðni í verðini kann man avgjørt ikki fáa ein "seriøsan" heiðursprís fleiri ferðir.

Hvis tann litterera junta, sum situr á parnassi ella setri og dømir føroyskar skribentar ikki kann finna nakað annað talent í øllum Føroyum, enn tað sonevnda "Ó-skaldið", Carl Johan Jensen, ja, so má prísurin leggjast til viks ella bara býtast út fimta hvørt ár, og helst til eitt munandi yngri skald, sum kann stimbrast og lívgast.

Carl Johan Jensen hevur onga fíggjarliga neyð. Hann stendur á høvdinum í alskyns grunnum og er beinleiðis á fíggjarlógini.

Og hvussu heiðursvert er nú akkurát hetta  Ó-skaldið? 

Tað man virkuliga knípa, tí skaldið er innstillað ellivu ferðir av eini føroyskari komité til tann norrøna litteraturprísin, og skaldið er líka so ofta systematikst vrakað til nakran heiðursprís, tí man heldur tað vera ein littereran ørindaloysing uttan nóg mikið talent til nakra norrøna kulturella virðisløn.

Men tað føroyska parnassið tjokkar og dungar fýra prísir oman á tað stóra skaldið! 

Tey mugu halda tað treingja til ugga, tí stórt sæð eingin troystar sær at lesa tað løgna skaldið.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo