40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í grein á vágaportalin 27. Apríl 2022 upplýsir Løgtingsins rættarnevnd, at ”tørvurin á endurnýggjan av skipunum hjá Strandferðsluni ikki er akuttur” longur. 

Hetta er sambært kunning frá landstýrismanninum í samferðslu- og fíggjarmálum. 

Sum fyrrverandi dekkari hjá Strandfaraskipum Landsins í samfull 11 ár og sum partur av trygdartoymunum umborð á skipunum skilji eg ikki niðurstøðuna hjá rættarnevndini. Heldur ikki skilji eg, at landstýrismaðurin kann upplýsa fyri nevndini, at tørvurin á nýggjum skipum ikki er akuttur. Eg undrist og spyrji, um landstýrismaðurin er nóg væl kunnaður um viðurskiftini? 

Bart út sagt eru fleiri av farleiðunum hjá Strandferðsluni deyðsfellur og hava verið tað leingi. Hesar eru serliga Fugloyar, Svínoyar og Skúvoyarleiðirnar – brimpláss – har ikki so frægt sum ein landgangur er til fólk at ganga á millum skip og kai (tað er annars lógarkrav, og trygdarnet skal eisini vera undir landganginum)! 

Á alnótini vísa upptøkur, hvussu ferðafólk leypa umborð á Rituna við børnum og hundum, ímeðan illa súðar við lendingina úti í Svínoy. Skal tað halda fram? 

Umborð eru eisini trygdarkrøv, sum skulu lúkast, men hesi krøv eru als ikki nøktandi á teimum gomlu skipunum, tí gomlu skipini verða bert krøvd at lúka trygdarkrøv, ið vóru galdandi, tá tey vóru bygd í sjeyti- og áttatiárunum. Skulu hesi ónøktandi trygdarkrøv framvegis vera galdandi í 2022- ? 

Greinin vísir, at landstýrismaðurin tekur útgangsstøði í standinum á skipunum heldur enn trygdini og umstøðunum hjá ferðafólki og manning. Hvat er tað fyri nakað? 

Landstýrismaðurin hevur ikki skyldu til at vera serfrøðingur á økinum, men hann hevur skyldu til at vita, hvat hann úttalar seg um, og at fáa Løgtinginum – eigarunum – rættar, viðkomandi og NEYÐUGAR upplýsingar. Man kann undrast á, hvaðani landstýrismaðurin hevur sínar upplýsingar: Hví er hann so illa kunnaður? 

Um gingið bert verður útfrá standinum á einstøku skipunum verður kunningin villleiðandi, tá landstýrismaðurin upplýsir fyri nevndini, at ”tørvurin á endurnýggjan av skipunum ikki er akuttur” longur. 

Sæð í ljósinum av vandamiklu atløguviðurskiftunum og gomlu skipunum, sum eru undantikin nútíðar trygdarkrøvum, er støðan í den grad akutt! Strandferðslan rekur ikki skip, sum bara skulu fyllast og tømast eins og fiskiskip. Strandferðslan er tænastuveitari, sum skal føra fólk trygt úr einari havn í aðra! 

Landstýrismaðurin hevur bæði politiska og moralska skyldu at raðfesta nútíðar trygd eisini. Tað er ikki nóg mikið at leggja dent á bygnaðarbroytingar og siga, at nýggj skip kunnu bíða. Tað er at frásiga sær ábyrgd og tilvitað at seta lív og heilsu hjá fólki í vanda! 

Tí er BRÁNEYÐUGT at fáa Strandferðsluni nýggj egnaði skip og trygg atløguviðurskifti til vega alt fyri eitt - ikki bert til nevndu leiðirnar, men eisini til Nólsoyar- og Kalsoyarleiðirnar! 

Ólavur Eysturdal, yngri 
Fyrrverandi dekkari á SSL 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo