40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Landssjúkrahúsið bjóðar nú koyringina av dialýsusjúklingum út av nýggjum. Eftir ætlan tekur vinnarin av útboðnum yvir tænastuna tann 1. november.

Talan er um koyring av sjúklingum, ið hava tørv á hjálp í sambandi við koyringina til og frá dialýsueindini á  Landssjúkrahúsinum. Starvsfólk hjá veitarinum skulu vera tænastusinnaði og veita eina tænastu, har sjúklingar verða viðfarnir við virðing. Eisini eru krøv til akfør og bilførara.  

Uppgávan, sum nú verður boðin út, fevnir um tey, sum eru búsitandi í høvuðsstaðnum og á bygd, har landfast er millum Landssjúkrahúsið og bústaðin. Í løtuni er talan um 14 fólk. Koyringin fevnir sostatt ikki um sjúklingar úr Suðuroy, Sandoy ella útoyggj. Tó verður Sandoy partur av koyringini, tá Sandoyartunnilin er tikin í almenna nýtslu.

Útboðstilfarið liggur á Keypsportali landsins, og freistin at lata inn tilboð er um tríggjar vikur, tann 21. september 2022. Landssjúkrahúsið skipar fyri kunnandi fundi um útboðið í næstu viku.

Sí meira HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo