40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Djóraverndarfelagið: Nú verður skjótt heitari í veðrinum og ikki er leingi til at nógvar kettur fara at ganga á illum aftur, og frensarnir halda seg framat. Tí vilja vit heita á tykkum at fáa ketturnar og frensarnar hjá tykkum geldar í góðari tíð.

Tað kann vera, at tú klárar at tryggja at tínir fimm kettlingar fáa góð heim, men tað merkir bara, at fimm aðrir kettlingar antin enda sum útiløgur, koma til Djóraverndarfelagið ella verða avlívaðir.

Flestu útiløgukettur í Føroyum liva eitt syndarligt lív. Mett verður, at meir enn 90% av øllum kettlingum, sum verða lagdir úti, doyggja av svongd, kulda og sjúku, umframt at ein partur verður tikin av rovdjórum. Tamir ógeldir frensar para seg við útiløgukettum, og tamar ógeldar kettur kunnu villast og byrja at leggja kettlingar úti. Kettueigarir kunnu gera sítt við at gelda sínar leysgangandi kettur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo