Sambært tíðindastovuni Bloomberg krevur Trump 475 milliónir dollarar í endurgjaldi frá CNN, svarandi til yvir 3,6 milliardir krónur.
Tað skrivar DR.DK.
Trump heldur, at CNN hevur koyrt eitt æruskemmandi átak móti sær og stríðst ímóti sær politiskt. Tað var sambært advokatunum hjá Trump tá brúkt vóru ærumeiðandi heiti sum "rasistur", "russiskur ørindasveinur", "ófriðarkroppur" og so eisini "Hitler".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo