Seinasta árið hevur USA minkað sítt útlát meira enn ES, samstundis sum Kina bara økir sítt útlát.
Sambært yvirlitinum BP Statistical Review, sum inniheldur øll útlát frá orku, er útlátið í USA farið úr 5.485 milliónum tonsum CO2 i 2010 niður á 4.964 milliónir tons í 2019. Frá 2018 til 2019 minkaði klimaútlátið við 3,0 prosentum.
Tilsamans er útlátið í USA minkað við 152 milliónum tonsum frá 2018 til 2019.
Í ES eru samsvarandi tøl minkað við 136 milliónum tonsum, sjálvt um USA liggur hægri viðvíkjandi útlátinum per persón, skrivar norska Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo