Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lítið er at ivast í, at tað verður fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum vinnur undavalið í statinum New Hampshire. Tað eru flestu greinarar samdir um, hóast allar atkvøðurnar ikki eru taldar síðani valið í gjár. Men Trump hevur so nógv fleiri atkvøður enn mótvalevnið, Nikki Haley, at onki er at ivast í, verður sagt.

Næsta valið er í Suðurkarolina 24. februar, og har átti hon at havt ein fyrimun, tí tað er har hon er uppvaksin, og hon hevur eisini verið guvernørur har. Men sagt verður, at Trump hevur longu tryggja sær dygga undirtøku har eisini.

Nikki Haley hevur sagt, at hon ætlar at halda fram at stríðast í øllum førum til sonevnda Supertuesday sum hesaferð verður 5. mars. Tá skulu republikanarar í 15 statum velja sítt valevni til forsetavalið, sum verður í novembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo