Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein politiskur jarðskjálvti rakti Argentina sunnudagin, tá Javier Milei varð valdur forseti.

56% valdu Milei, ein ‘víðgongdan villmann’ ella ‘Hitler’ smb 80% vinstrapressuni.

Hon fagnaði herfyri tí vinstrahalla Lula, forseta í Brazil, júst leyslatin fyri mutur.

Argentinar halda seg hava ‘grátið’ nokk, síðan Peron varð valdur forseti í 1946.

Hann var herovasti og giftist filmsleikaranum Evitu. Hon kom úr ongum og tí elskað.

Hon varð tilbiðin fyri útsjónd og ‘gávumildni’ og var mansins sterkasta politiska kort.

Hann setti hana til almannaráðharra og gav henni atgongd til statskassan.

100-tals fólk komu hvønn dag at biða hana um pengar og fingu teir í hondina.

Evita var við til at tøma statskassan. Hon skipaði verkafólk í sterk fakfeløg.

Tey elskaðu hana fyri hennara sosialpolitikk og kallaðu hana ‘eingil teirra fæleysu.’

‘Eingilin’ doyði, og Peron fall
Hon doyði av krabbameini í 1952, bert 33 ára gomul. Tá rapaði alt undan Juan.

Peron fekk sekkin sum diktator í 1956, men sosialistiska Peronisman helt fram.

Hesi 82 árini er landið fallið frá at vera heimsins 8. ríkasta land til nr. 76 í dag.

‘Silvurlandið’ og ´ríkur sum ein argentini’ søgdu evropear fyrr um Argentina.

Buenos Aires bar heitið ‘drottningin við La Plata ánna’ og ‘París í Suðuramerika’.

Eftir fleiri hernaðarstýri og vinstrahallar Peronist stjórnir er landið nú útarmað.

Nú liva 40% av fólkinum undir fátækramarkinum, og arbeiðsloysið er 20%.

Tað má ein trilva seg fram til, tí 80% monopolpressan hylur sosialismunar gølur.

Hvat vita vit um Argentina
Hvat hugsa føroyingar ella flest onnur, tá vit hoyra Argentina nevnt?

Onkur hugsar fótbólt í heimsflokki, um Maradona, ella um at dansa tango.

Tey flestu kenna ‘Don’t Cry for Me, Argentina’. Søtur sangur um sorgarsøgu.

Mong vita, at landið liggur so langt sum sleps suður úr Føroyum.

Argentina er 2,8 mió km2, heimsins 8. størsta land til ummáls.

88% av argentinum koma úr Evropa, flestu úr Spania og Sicilia.

Men har búgva bert 47 mió fólk, 1/3 í høvuðstaðnum, Buenos Aires.

Landið er 1.400 km (sum úr Føroyum til Keymh.), har tað er breiðast.

3.800 km úr norðri í suður. Sum úr Føroyum til Gran Canaria.

Tað røkkur um fleiri klimabelti frá subtropiskum til tað subantarktiska.

Ráevni og rík búnarjørð tróta ikki. Búskapurin vaks 5% árliga til 1946.

Nú verða allir ljóskastarar settir á Milei, Trump x 2, ella nýggjur Hitler.

Professari, SV-vertur og politikari í 2 ár
Javier Milei er 53 ár, búskaparprof, SV-vertur og høgravendur um ein háls.

Ikki bleytur konservativur, men víðgongt frílyntur, tá um privat/alment ræður.

Í valdysti og kjaki sum Trump á steroidum, vasutur og villur sum vargaseyður.

Trump hevur verðið jagsraður og karaktermyrdur uttan íhald ella grið í 8 ár.

Milei hevur ikki fingið mjúkari viðferð frá vinstru, síðan hann stillaði upp.

Hárið í ývnum andarisi, armar á lofti og orðafloymur sum úr eplasekki á holi.

Hann agiteraði við motorsag til at vísa, hvat hann vil gera við statsvaldið.

Milei er ársungi í politikki og valdur á ting í 2021.

Til forsetavalið skipaði hann ‘flokkin’ ‘La Libertad Avanza’, ‘Frælsi framá’.

Hann vann 56% móti 44% á vinstrahalla peronistinum, Sergio Massa.

Hesin slapp væl, tí hann var fíggjarmálaráðharri í nú farnu Peroniststjórnini.

Generalar og Peronistar hvør sum annar
Millum herstjórarnar var Videla ein í 1970-unum, tá 8.000 andstøðingar hvurvu.

Í 1983 hertók Galtieri generalur Falklandsoyggjarnar fyri at tekkjast fólki.

Thatcher gav honum so blóðiga nøs, at hann fall, og fólkastýri varð aftur innført.

Vinstravendu Peronistarnir hava havt valdið tað mesta tey farnu 40 árini.

Heili 65% av ungum veljarum (18-35 ár) valdu henda óroynda, brasna Milei.

So illa kenna argentinar seg sviknar av landsins ‘gávumildu’ politikarum.

Statskassin hevur havt hall hvørt ár til at keypa fæloysinga atkvøður fyri.

Statsbankans seðlapressa hevur malið 24/7/365 í 77 ár til at fíggja sosialismuna.

Ótøkk er verðsins løn, halda bossarnir í fakfeløgunum hjá Peronistaflokkinum.

Argentina sosialistiska sorgarsøgu
Í Suðuramerika hevur bert Chile síðan Pinochet havt frían búskap og framburð.

Argentina er nú 3-heimsland við bert $15.000 í miðal inntøku per persón árliga.

Altso eru føroyingar 4 ferðir ‘ríkari’ við $65.000 í miðal inntøku pr. nøs árliga.

Hvussu kann eitt ríkt land sum Argentina falla so djúpt, skjótt og støðugt?

Jú, m.o. hesi  eyðkenni hava virkað til landsins afturgongd:

  1. fleiri hernaðarstýri sum sjálvtøkuborð uttan fíggjarliga ábyrgd,

  2. køvandi katolisisma

  3. sterk, kravmikil og sjálvsøkin fakfeløg

  4. risa almennur geiri, sum ofta er 2-faldaður við bert 5 ára millumbilum

  5. støðugt størri almennar útreiðslur enn inntøkur

  6. (hyper)inflatión (nú 140% árliga), viknandi gjaldoyra og $550 mia statsskuld

  7. afturvendandi statsbankarott

  8. yvirregulerað vinnulív

  9. vina- og kenningapolitikkur

  10. korporatisma (statsvald og vinnulív samantvinnað)

  11. verjutollur á flestu vørum, við versnandi kappingarføri

  12. pengapressan í gongd nátt og dag og tí inflatión og fallandi Pesos-virði

  13. Lántøka at fíggja skuld og tí meiri skuld

  14. korruptión,.... ja snøgt sagt:

  15. kvalandi sosialisma.

Onkur hevur sagt: “Ein tjóð er fallkomin, tá ið fólk flest halda seg kunna snúlta á grannunum við tí almenna sum millummanni.”

Ella: “Sosialisma er eyðkend av, at pengarnir hjá hinum verða skjótt uppi.”

Tað hevur verið sorgarsøgan hjá Argentina við búskaparstígi síðan 1946.

Allir partar hava nassað seg til meiri frá hvør øðrum, enn tey hava skapt.

Tungan arv at lyfta
Milei má fyrst samráðast við IMF um skáa fyri $ 43 mia í falnari skuld.

Tað er 4. sanering síðan 2001, tá IMF umlegði falna skuld fyri $ 57 mia.

Nýggi forsetin ætlar at strika 11 av verandi 19 aðalráðum.

Pengar skulu fylgja børnum og ungum frá barnagarði til lidna útbúgving.

Skattaskipanin skal umleggjast og lættast, so hon kúgar minni enn nú.

Statsbankin skal steingjast, so statsvaldið freistast minni at prenta Pesos.

Pesos skal fylgja US $ sum gjaldoyra fyri at tálma inflatiónini.

Staturin skal gevast at regulera vinnulívið og at veita tí studning.

Almenna nýtslan skal skerjast 15% av BTÚ. (Føroysk tøl: úr 6,5 niður í 4,5 mia kr!).

Milei ikki sum hini
Bert tey fæstu vænta, at Milei fer at røkka sínum máli at bjarga Argentina.

Men Peronistar og generalar hava bara gjørt skaða, so hví ikki royna okkurt nýtt?

Eitt liggur fast: Javier Milei er ikki sum hini, sum skilst í hesi stuttu lýsing.

Eitt nú er hann ógiftur og barnleysur. Men hann hevur fingið 5 mastiff tarvahundar klonaðar av eini tík, og kallar teir ‘míni 4-føttu børn.’

Hann kallar alment argentingska Frans páva ‘óndan sosialist.’ (Beinrakið).

Veðurlagskreppa og –polikkur eru fupp og svindul fyri at skaffa sosialistum inntøkur.

Hann gongur ikki í kirkju, men í jødiska synagongu og lærir seg hebraiskt.

Hann er ikki umskorin, men veitraði við stórum ísraelsflaggi á veljarafundum.

Fyrsta land, hann vitjar alment sum forseti, verður Ísrael, síðan USA.

Ikki fastan meiriluta á tingi
Men Javier Milei hevur ikki sín egna flokk ella samgongu í tjóðartinginum.

Har má hann samráðast frá máli til máls fyri at fáa síni lógaruppskot samtykt.

Síðan stríðast við embætisverk, stovnsveldi og fakfeløg, alt sosialistar.

Fleiri flokkar eru, og tí ber helst til at finna meirilutar fyri nøkrum lógum.

Men Peronistar hava egin fakfeløg verða ikki lættir at sifta við frílyntum politikki.

Teir hava mest at missa við teimum ætlanum, ið Milei hevur sett út í kortið.

Livst, so spyrst. Eitt stendur fast: Tað kann neyvan blíva verri enn higartil.


Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo