Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu, har lunnindi verða flutt av bygd í bý, stendur í § 4. stk. 2: “Loyvt er at brúka bát ..... og í stutta tíð at draga bát upp á strondina og brúka bátabrúgv og tílíkt,....”

Hví ásetingin er komin í lógina, er ilt at meta um. Tað kann sjálvandi gerast ein fyrimunur hjá teimum, sum reka ferðavinnu á sjónum, at rætturin at draga bát, og at nýta hvørja bátabrúgv er lógarfestur.

Men vandaleyst er tað ikki, um bátur verður drigin niðan á hvørt nes og hvønn tanga, har streymasjógvur er.

Svartfuglur og hellufuglur, sum frammanundan er hóttur, fær tað heldur ikki betur av lógargreinini.

Í aðrar mátar er undranarvert, at lítið og einki verður gjørt burturúr ferðavinnu á sjónum í uppskotinum.

Nógv og vaksandi ferðavinna fer fram á sjónum kring oyggjarnar.

Økið er óskipað, og tørvur hevði verið á regluverki, at verja náttúru, fugl o.a. á sjónum.

Trygdin er eisini verd at hava í huga í sama viðfangi.

Í Breddanum týsdagin 27. februar, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum annars, at tað sambært nýggju lógini, ikki verður loyvt at draga bát upp á hvørt nes, hvønn tanga kring oyggjarnar.

Í mun til lógaruppskotið, sum hevur verið til hoyringar, er tað uppáhaldið í hvussu er ikki heilt rætt.

Bjørn Kalsø, bóndi og jarðareigari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo