Tóat tað ikki er ein stríðsvøllur, so er undantaksstøða tá ið Cardiff fyrireikar seg til ársins størsta fótbóltsdyst, skrivar VG.
Terroróttan sært tú á hvørjum gøtuhorni nú undan finaluni í Champions League-finale millum Real Madrid og Juventus.
Undir Europa League-finaluni millum Ajax og Manchester United í Stikkhólmi sluppu fólk inn uttan at taskurnar vóru kannaðar. Millenium Stadium (ella Principality sum sponsorurin eitur nú) er sum ein tungt vápnaður flogvøllur, har alt verður kannað av eftirlitsfólkum, vaktum og detektorum.
Hetta minnur ikki nógv um ein fótbóltsdyst, og hýruvognsførarnir eru í villareiði, tí teir vita ikki, hvørjir vegir verða stongdir fyrr enn teir eru beint á vegnum. Eingin skal vita nakað frammanundan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo