Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað var dramatikkur á Emirates í Norður London, tá Arsenal á 6. plássinum tók ímóti Chelsea á 3. plássinum í kvøld.

Eftir at einki mál var komið tann fyrsta tíman av dystinum, komu fýra mál tann síðsta hálva tíman - tvey til hvørt liðið. 

Arsenal legði seg á odda 1-0 í 63. minutti við máli frá Jack Wilshere, og hareftir javnaði Chelsea til 1-1 í 67. minutti við brotssparki, sum Eden Hazard setti í kassan.

Marcos Alonso legði Chelsea fram um í 84. minutti, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði Hector Bellerin til endaliga úrslitið 2-2.

Við javnleikinum í kvøld eru Arsenal og Chelsea framvegis á ávikavist 6. og 3. plássinum í Premier League. Arsenal hevur nú 39 stig, meðan Chelsea hevur 46 stig. Manchester United á 2. plássinum hevur 47 stig, meðan Manchester City á 1. plássinum hevur 62 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo