Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað undrar meg stórliga at ósekir fiskimenn eru vístir úr føroyskum havnum og føroyskum sjóøki, meðan drápsmenn við hópoyðingarvápnum í staðin verða bodnir í føroyskt sjóøki, og eisini at kai í føroyskum havnum.

Hvat hugsa tit fyri tykkum, tit sum ráða?

Tit siga at tað er skilagott at gera so og so, tí at hini londini gera soleiðis. Hvat er hetta fyri útsøgn at koma við? Hvør hevur sagt tykkum at hini londini gera tað sum er rætt? Sigi mær tað?

Hetta, sum tit gera, vísir at tit eru í fullkomnum ráðaloysi.

Hetta vísir at tit eru ræddir, og at tit vita ikki hvat er rætt at gera.

Amerika og Nato kunnu ikki bjarga nøkrum frá triðja veraldarbardaga. Triði veraldarbardagi kann nevniliga ikki samanberast við nakað annað kríggj. Tað verður, sum sagt, tað stytsta kríggið sum nakrantíð hevur verið, og verður eisini tað kríggið sum kemur at kosta flest mannalív.

Tit sum stýra burdu eisini sæð, at tað er Amerika sum virkar fyri at vit fáa triðja veraldarbardaga. Teir senda jú, sum tit vita, meira vandamikil vápn til Ukraina hvørja ferð teir senda. Teir bjóða ei heldur til samráðingar um frið. Tað er tí óðamannaverk at standa saman við slíkum.

Tit áttu , sum rættir menn, at farið til samráðingar við bæði Biden og Putin, fyri at gjørt eina roynd at bremsa hesi skeivu gongdini.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo