Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Dráttur. Oddaliðið Dráttur saman við framtíðini, flogbørnunum

Mynd: Dráttur. Oddaliðið Dráttur saman við framtíðini, flogbørnunum

Mynd: Dráttur. Oddaliðið Dráttur saman við framtíðini, flogbørnunum

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Dráttur – KÍF 3-0 (26-24, 25-18, 25-13)

Flogbóltssambandið: Fyri sjeyndu ferð, síðani KÍF misti oddasessin 6. november, er nýtt oddalið í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum. Síðan tá hava Dráttur og Fleyr skift um fyrstaplássið; tó hevur Dráttur altíð átt dystir til góðar, tá Fleyr hevur ligið fremst. Nú er Dráttur aftur fremst eftir 3-0 sigur á KÍF. Men tað var ikki uttan mótstøðu, tí KÍF mundi farið við fyrsta settinum, men Dráttur yvirlivdi tveir settbóltar. 

KÍF hevði lagt seg á odda 4-0 eftir góðar servur frá Eyðrið E. Hansen. Venjarin hjá Drátti tók leikbrá alt fyri eitt fyri at rætta upp á móttøkurnar. Men KÍF helt seg frammanfyri og legði seg á odda 9-5. Dráttur át spakuliga burtur av leiðsluni og fór so framum 20-17 eftir fýra stig á rað og góðar servur frá Terezu Kerpcarová – harímillum tvey ess. Men aftanfyri 20-18 átti KÍF nú tørn og vann næstu fýra bóltarnar og legði seg framum 22-20, eftir at Eyðrið Hansen aftur hevði servað væl – m.a. við einum essi. KÍF kom eisini upp á 24-22, men hóast tveir settbóltar rakk ikki hjá teimum. Tær høgu hjá Drátti, Tereza Kerpcarová, Andreja Petrovic og Aleksandra Jørgensen , vóru frammi við við netið hesa løtuna og vunnu næstu fýra stigini og settið 26-24.

Í øðrum og triðja setti vísti Dráttur, hví tað er oddalið. Seks stig á rað eftir servur frá Henrikku Wang Jacobsen gjørdi tað til 7-1 í øðrum setti og onnur seks á rað til 18-7 eftir servur frá Anniku Niclassen, áðrenn settið varð vunnið 25-18. Mynstrið var tað sama í triðja setti. Henrikka Wang Jacobsen stóð aftur fyri servunum, tá Dráttur fór frá 1-2 upp á 7-2, og hóast KÍF bardi seg upp á 9-12, so kom ongantíð spenningur í settið, sum Dráttur vann 25-13.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur: 

Nr. 

Lið 

Dystir 

Stig 

Settmunur 

Dráttur 

14 

13 

Fleyr 

13 

TB 

SÍ 

KÍF 

-3 

Mjølnir 

-7 

Ternan 

-12 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo