Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í kvøld kl. 18:30 møtast Dráttur og Fleyr á Giljanesi í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum í flogbólti.

Í grundspælinum var skjótt greitt, at Dráttur fór at gerast annað av liðunum í finalunum, men finaluplássið hjá Fleyr kom ikki til høldar fyrr enn á síðsta leikdegi, eftir at SÍ hevði givið teimum skarpan gang gjøgnum tað mesta av kappingini.

Alt kappingarárið hevur Dráttur einans tapt tveir dystir, men í báðum førum var tað ímóti Fleyr. Fyrru ferð var stutt undan steypafinaluni, tá Fleyr vann 3-2. Kortini vann Dráttur sjálva steypafinaluna 3-2.

Aðru ferð var fyri 11 døgum síðan, tá Fleyr vann 3-1 á Giljanesi, og so er spurningurin, um Fleyr hesa ferð megnar at endurtaka bragdið í sjálvari FM-finaluni.

Dráttur og Fleyr hava eina ferð fyrr spælt ímóti hvørjum øðrum í FM-finalunum. Tað var í 2016. Tá vann Fleyr fyrra dystin 3-1, men Dráttur tann seinna 3-0, og tí var neyðugt við gullsetti upp í 15 fyri at finna vinnaran. Tað gjørdist Fleyr, sum vann 16-14.

Afturat tí hava liðini møtst í steypafinaluni tvær ferðir, og í báðum førum gjørdist tað til fimmsettarar. Fyrru ferð var í 2018, tá Fleyr vann3-2, og seinna ferðin var fyrr í ár, tá Dráttur vann 3-2.

Tilsamans hevur Dráttur verið føroyameistari tríggjar ferðir: 2001, 2006 og 2017. Fleyr hevur vunnið føroyameistaraheitið 10 ferðir: 1989, 1990, 1991, 1994, 1995, 1997, 2016, 2018, 2019 og 2022.

Spældar verða tvær finalur. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – fellur avgerðin eftir sokallað gullsett, sum gongur upp í 15.

Seinna finalan verður spæld í Høllin á Hálsi leygardagin kl. 15:00. Báðir dystirnir kunnu síggjast í Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo