Orð/Mynd - Jógvan Helgi Hansen: Dráttur hevði vitjan av KÍF kvøld, og styrktu Dráttur-kvinnur sær um leisluna í Eik Liguni við at vinna 3 – 0 á KÍF.
Fyrsta sett og annað sett vóru jøvn og spennandi, og kundi KÍF-kvinnurnar akkurát tað sama farið avstað við øðrum settinum, tá tær vóru frammanfyri meginpartin av settinum.
Men Dráttur dróg longra stráðið og vann settini bæði.
Í triðja settinum var Dráttur omaná alla tíðina og vann settið trygt.
Settúrslitini gjørdust: 25 – 19, 25 – 23 og 25 – 14.
Dráttur liggur nú á odda í Eik Liguni við 25 stigum fyri 10 dystir. Sí liggur nummar 2 við 20 stigum fyri 9 dystir.
Støðan | Dystir | Sett | |||||
Lið | leiktir | vunnir | taptir | vunnin | tapt | munur | Stig |
Dráttur | 10 | 9 | 1 | 28 | 8 | 20 | 25 |
SÍ | 9 | 7 | 2 | 23 | 12 | 11 | 20 |
Fleyr | 7 | 6 | 1 | 20 | 8 | 12 | 17 |
TB | 7 | 4 | 3 | 17 | 9 | 8 | 14 |
KÍF | 10 | 3 | 7 | 14 | 21 | -7 | 11 |
ÍF | 10 | 2 | 8 | 7 | 28 | -21 | 4 |
Mjølnir | 9 | 0 | 9 | 4 | 27 | -23 | 2 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo