Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: HPV koppseting til dreingir og gentur

Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at tað er ikki eru eins treytir fyri gentur og dreingir at fáa HPV koppseting, eftir at tey eru fylt 18 ár, og at dreingir skulu rinda fyri HPV koppsetingina, eftir at teir eru fyltir 18 ár?

2. Um serligar orsakir ikki eru til hendan ójavna, er landsstýriskvinnan so sinnað at broyta hetta, so kvinnur og menn fáa eins treytir?

Viðmerkingar:
HPV koppsetingin verður í dag givin dreingjum og gentum frá 12 ára aldri. Hetta er samstundis ein koppseting, sum er fyribyrgjandi fyri undirlívskrabba. Skuldi tað hent, at koppsetingin ikki verður givin, tá barnið er fylt 12 ár, er møguleiki at fáa hana seinni.

Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum stendur soleiðis í § 4:

“Kvinnur í aldrinum 12-27 (mín undirstriking) ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 (mín undirstriking) ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV”.

Sambært hesum verður munur gjørdum á gentum og dreingum, tá ið tað kemur til heilsufyribyrgjandi koppseting. Dreingir, ið eru fyltir 18 ár, skulu rinda 3.000 kr. fyri at verða koppsettir.

Tað er umráðandi, tá tað snýr seg um heilsu hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, at munur ikki verður gjørdur á kynunum. Eru serligar orsakir til hetta, er tað áhugavert at fáa at vita, hvørjar hesar eru.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnununi í heilsumálum

Á Løgtingi, 28. august 2023
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo