Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danmark fer í ár at seta 2,7 milliardir krónur av til at styrkja hernaðarliga eftirlitið við loftrúminum í Norðuratlantshavi, eitt nú til at keypa dronur sum skulu flúgva yvir Føroyum og Grønlandi, tað skrivar Reuters.

Onki verður sagt um, hvar dronurnar skulu hava støð, men sagt verður hinvegin, at talan verður um langtrøkkandi dronur.

-  Danmark noyðist at gera meira fyri at tryggja norðurøkini, so tí fara vit at brúka størri orku har enn vit hava gjørt, segði Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í vikuni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking, at ongin endalig avgerð er tikin, og at løgtingið skal hoyast áðrenn undir øllum umstøðum sambært semjuni um slíkt, sum bleiv gjørd við danir í fjør.

Danmark fer at seta av tilsamans 143 milliardir krónur til at styrkja verjuna næstu 10 árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo