Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum

Mynd: Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum

Mynd: Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum

Vegna býráðið vil eg takka fyri ta ótrúligu góðu móttøku øll góvu Hennar Hátign Drotning Margretu.

At sólin skein og vísti henni Miðvág frá sínari serstøku síðu, meðan hon stóð á svalanum aftur 62 ár seinni og fjøldin sang Fagra Blóma fyri henni.

Hon var bergtikin! Bergtikin av vøkrum sangi, og hvussu væl okkara borgarar tóku ímòti henni. 

Gávuna sum hon fekk, var hon sera fegin um, og hevði tað á orði, at hesa fór hon heilt víst at brúka.

Vit vilja vegna allar borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu, sum gávan var frá, senda eina serstaka tøkk til Alia Gurli fyri tað fantastiska listaverkið hon hevur skapa til Hennara Hátign. 

Eisini vilja vit takka øllum tykkum sum hava fyrireika hendan dagin. Eitt stórt herðaklap til umsitingina við Sølva á odda og alt fólkið á umsjónarøkinum við Ragnar á odda, sum hava gjørt hettar gjørligt.

Og tøkk til Gamla hotel - Magenta, kokkar og tænarar, Fljóðljóð og Gretu Svabo Bech fyri at gera kvøldið so hugnaligt. 

Tað síðsta Hennara Hátign Drotning Margreta segði, áðrenn hon fór í bilin var, at hettar var eitt stórt upplivilsi og eitt deiligt kvøld, og viðvíkjandi generalinum, so skuldi borgarstjórin hoyra aftur.

Vegna býráðið
Bjarni Prior
borgarstjóri

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo