40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tilsamans 11 mál koma til viðgerðar á tingfundinum í dag, umframt er eisini framløga á skránni.

Tvey mál koma til triðju viðgerð og verða endaliga avgreidd, atkvøðast skal eisini í einum máli sum kemur til aðru viðgerð og sum er uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2021.

Síðani koma 8 mál til fyrstu viðgerð. Andstøðan eigur fleiri, teirra millum uppskot til samtyktar um at avtaka fleiri av undantøkunum í meirvirðisgjaldinum, so eitt nú ferðafólk leggja meira eftir seg í Føroyum. Andstøðan hevur eisini uppskot um at dagføra lógina um starvsmenn og at seta í gildi eitt sonevnt serligt sjálvboðið føroyagjald - sum skal minka danska blokkstuðulin til Føroya.

Uppskot hjá Árna Skaale, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um broytingar í Sjófeingislógini, kemur eisini til fyrstu viðgerð.

Tingfundurin byrjar klokkan 10, og øll skráin kann lesast her umframt at fylgjast kann við tá tingfundurin byrjar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo