Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samgongan hevur ikki gjørt sítt arbeiði liðugt, áðrenn heimildin at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi verður samtykt í løgtinginum, sigur tingkvinnan Hanna Jensen.

Hanna Jensen, segði millum annað frá tingsins røðarapalli, at tað var ein stór sorg at hoyra, at áhugaverdir hoyringspartar ikki hava fingið rúmd í viðgerðini hjá Uttanlandsnevndini. Tað má eg siga.

- Vit hava eina Uttanlandsnevnd sum hevur tann teprasta meiriluta mann kann hava í eini 7-manna nevnd, við trimum minnilutaálitum. Og tað er rættiliga órógvandi, tað havi eg nevnt fyrr. Heilt ómetaliga órógvandi fyri restina av løgtinginum.

So spurdi Hanna Jensen: Er tað ein greiður og tryggur meiriluti fyri tí, sum lagt verður upp til?

- Tað næsta er: Er løgtingið nóg væl kunnað? Gevur mann Landsstýrinum ov stóra heimild? Liggur eisini ein millumloysn møgulig, har sum tú varðveitir kravið um serlóggávu til fleiri átøk? Fyrimunir og vansar við tí.

- Tað sum eg spyrji um er, nær koppar tað til eitt áskoðarademokrati? Eru átøkini somikið javnvigað at okkara útflutningur av pelagiskum fiskavørum kann halda fram ótarnaður?

- Um ja, hvat er svarið so bygt á?

- Og 2: Fer tað at bera til at varðveita fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, hóast hesi átøk? Um ja, hvat verður tað bygt á?

- Tá tað kemur til okkara fiskiveiðuavtalu við Russland, so er tað so, at tað er næstan líkamikið, hvat Hanna Jensen heldur, tí tað sum hevur týdning, tað er, um Løgtingið sum umboðar Føroya fólk, har lutfalsliga stórur partur er áhugaður í at vit hava møguleika at halda fram við fiskiveiðuavtaluni, at tey sum skulu atkvøða vegna Føroya fólk vita, hvat er endaspælið, tí viðvíkjandi.

Sí innslag í D&V

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo