Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag varð seinasta viðgerð av avtøkuni av dýra biðidegi í Danmark. Eg atkvøddi ikki í málinum.

Radikali Vinstraflokkurin stuðlaði uppskotinum um at avtaka dýra biðidag og atkvøddi saman við stjórnarflokkunum - tískil var ein breiður meiriluti fyri málinum millum donsku flokkarnar, og málið bleiv samtykt, hóast clearingavtalan á Fólkatingi var avtikin, og uttan at vit norðuratlantisku limir atkvøddu.

Ein clearingavtala er ein óformell avtala, ið flokkarnir á Fólkatingi hava sínámillum, soleiðis at ikki allir fólkatingslimir eru noyddir at vera til staðar til atkvøðugreiðslur í Fólkatingssalinum.

Við clearingavtaluni syrgir man fyri, at lutfalsliga líka nógvir limir frá andstøðuflokkunum og frá samgonguflokkunum eru clearaðir, tvs. ikki skulu atkvøða, og á tann hátt verður styrkislutfallið, ið veljarnir hava avgjørt, varðveitt til atkvøðugreiðsluna.

Í Danmark eru ráðharrar eisini fólkatingslimir, og tí eru teirra atkvøður eisini galdandi, um clearingavtalan verður avtikin.

Sum eg havi sagt tað so ofta fyrr, blandi eg meg ikki í donsk innlendis mál.

Samstundis virði eg tann meirilutan, ið er á Fólkatingi - eg virði veljaran.

Hevði avtøkan av clearingavtaluni ført við sær, at tað ikki var gjørligt fysiskt at savna ein meiriluta fyri málinum uttan um teir norðuratlantisku limirnar, ið stuðla stjórnini, til dømis vegna sjúku ella annað forfall, so hevði eg atkvøtt fyri at avtaka dýra biðidag.

Tað snýr seg also ikki um, hvørt eg haldi tað vera rætt ella skeivt at avtaka dýra biðidag, tað snýr seg um at virða danska meirilutan og danska veljaran.

Anna Falkenberg,
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo