Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Edmund Joensen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Nólsoyar skúla skúlaárið 2023/24.

Edmund Joensen, sum er 61 ára gamal, tók læraraprógv í Ribe Statsseminarium í Danmark í 1999. Hann hevur tikið onnur viðkomandi prógv eisini, t.d. prógv sum vegleiðari í OCN-skipanini, ið er ein serstøk skipan, sum serbreytirnar á miðnámi nýta, har førleikar verða skrásettir og stig verða givin.

Edmund Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir. Hann hevur starvast í fólkaskúlanum í mong ár, umframt innan miðnám, har hann arbeiddi á serbreytini á Kambsdali. Harumframt hevur hann virkað sum einalærari í eitt ár í Tjørnuvíkar skúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo