Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri bygningar hjá SEV, sum vórðu bjálvaðir fyri eini 7-8 árum síðani, mugu nú bjálvast av nýggjum. Orsøkin er at tilfarið, sum bleiv brúkt tá, ikki er egnað at brúka í Føroyum.

Uttaná bjálvingina verður lagdur ein dúkur og eitt tunt lag av pussið.

- Tað er ein loysn sum ber væl til aðrastaðni, men vit hava tíverri ikki bara havt góðar royndir, sigur Karl Martin Klein, byggifrøðingur hjá SEV við VP. Hann heldur, at ein partur av orsøkin helst er, at tilfarið og mátin tað verður gjørt uppá ikki er egnað til føroyska veðurlagið.

- Bara ein lítil riva í pussið ger, at væta kemur til bjálvingina og heilt inn á betongið. Tað er ikki í lagi, og tí má tað skiftast, sigur Karl Martin Klein.

Serliga galið er tað í Vestmanna, har stórir partar av Fossáverkinum mugu bjálvast av nýggjum. Men eisini í Klaksvík og Runavík er neyðugt at gera ein part av bjálvingini av nýggjum.

Arbeiðið í Vestmanna er mett at kosta umleið 1,8 milliónir krónur. Í Runavík og Klaksvík er arbeiðið ikki eins umfatandi, og tí ikki so kostnaðarmikið.

Karl Martin Klein dugir ikki at siga, júst hvussu langa tíð tað fer at taka, men hann roknar við, at arbeiðið er liðugt áðrenn árslok.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo