Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samverk og FHF eru tvey fakfeløg, ið umboða yrkisstarvsfólk í Føroyum.

Fleiri búskaparfrøðingar eru í seinastuni komnir við útsøgnum um, at eftirlønaraldurin skal hækka upp til 72 ár. Hesum eru vit ikki samd í.

Tað er ein sannroynd, at heilt nógvir av okkara limum eru givnir, áðrenn teir koma til eftirlønaraldur. Nógvir av okkara limum hava eitt kropsligt arbeiði, sum viðførir slit og skaðar.

Tí verður arbeiðsførleikin ikki tann sami, tá tey koma til eftirlønaraldur. 

Sjálvandi eru tað nøkur, ið klára og vilja arbeiða meira, tá tey koma til eftirlønaraldur.

Tað eru tó ikki øll, ið megna tað.

Okkara tilmæli er tí, at lógarásetti eftirlønaraldurin ikki skal hækka meira.

Heldur skal politiski myndugleikin hyggja eftir, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Okkara limir hava rindað til egna eftirløn í yvir 20 ár. Í 2012 bleiv tað við lóg ásett, at allir føroyingar skulu rinda til egna eftirløn. 

Í 2026 verður minsta mark 12% fyri, hvat ein skal rinda inn til egna eftirløn. Flestu fakfelagslimir hava rindað 15% til egna eftirløn í nøkur ár.

Afturat hesum rinda allir lønmóttakarar 3% til AMEG-Samhaldsfasta og arbeiðsgevarin rindar 3% fyri hvørja útgoldna lønarkrónu í Samhaldsfasta.

Hetta gevur eitt gott íkast til samlaðu eftirlønina. 

Í 2040, tá allir føroyingar hava goldið inn til egna eftirløn í nógv ár, minkar tørvurin á fólkapensiónini. 

Hví verður ikki meldað út, at í 2039 verður seinasta árið, har nýggj fólk koma í fólkapensiónsskipanina.

Eftir hetta hava fólk egna eftirlønaruppsparing og Samhaldsfasta at liva fyri, tá tey koma til eftirlønaraldur.

Inngjaldið til Samhaldsfasta kann hækka eftir 2026, tá lógarásetta persónliga eftirlønargjaldið er komið uppá 12%.

Tá kann inngjaldið til Samhaldsfasta hækka við 0,25% um árið fyri løntakarin og fyri arbeiðsgevarin, soleiðis at samlaða inngjaldið er 8% í 2030.

Okkara uppskot er, at fólkapensión bert skal verða útgoldin til tey, ið eru vorðin eftirlønarmóttakarar áðrenn 31.12.2039. 

Tey, sum koma til eftirlønaraldur eftir 31.12.2039, fáa ikki útgoldið fólkapensión. 

Ístaðin fáa tey eitt hægri útgjald úr Samhaldsfasta, ið skal koma ístaðin fyri fólkapensiónina. 

Hjá teimum, ið fara á eftirløn áðrenn 31.12.2039, verður útgjaldið úr Samhaldsfasta roknað eftir einum inngjaldi á 6%.

Hjá teimum, ið fara á eftirløn eftir 31.12.2039, verður útgjaldið úr Samhaldsfasta roknað eftir einum samlaðum inngjaldið á 8% frá 2030.

Við slíkari skipan sleps undan mótrokningum í viðbótum og kann ein sjálvur avgera, um ein tekur nøkur eyka ár afturat á arbeiðsmarknaðinum.

Pætur Niclasen, Samverk  
Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo