Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag fingið handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini.

Tann góða tilgongdin er ein tvørgeiralig skipan, sum skal virka sum eitt samskipandi forum, ið skal lætta um hjá foreldrum at børnum við autismu. Skipanin varð sett í verk í 2015 og hevur ein arbeiðsbólkur eftirmett, hvussu Tann góða tilgongdin virkar í dag.

Samanumtikið metir arbeiðsbólkurin, at Tann góða tilgongdin er ein góð skipan, men tørvur er á tillagingum. Tilsamans er talan um 17 tilmælir, harav nøkur kunnu setast í verk skjótt, nøkur krevja politiska støðutaka, meðan onnur mugu viðgerast nærri við pørtunum, sum eru í Tí góðu tilgongdini.

Í arbeiðsbólkinum vóru Barbara Á. Thomsen (forkvinna) og Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Joan Knudsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Andreas Sjóvará vegna Heilsumálaráðið, Janus Haraldsen vegna Kommunufelagið og Gunnvá Staksberg vegna Autismufelagið.

Eftirmetingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo