So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Síðani 7. oktobur í fjør, tá Hamas framdi sína yvirgangsatsókn ímóti Ísrael, sum síðani leyp á Hamas í Gazageiranum, er talið av antisemitiskum tilburðum vaksið sera nógv í øllum Europa.

Og Danmark er onki undantak, kann lesast í nýggjastu frágreiðingini hjá felagsskapinum AKVAH, sum síðani 2012 hevur skrásett hendingar mugu sigast at vera sprotnar úr hatri til jødar.

Tað kann vera setningar sum tann í yvirskriftini, at rakstrarróp verða skrivað á dyr ella hús har jødar búgva ella beinleiðis herverk.

Í 2023 vórðu 121 slíkar hendingar skrásettar, tað er nógv tað mesta nakrantíð, men tey sum standa aftanfyri felagsskapin halda, at veruliga talið er nógv størri, tí ikki allar hendingarnar verða fráboðaðar.

- Hetta er nokk bara toppurin á ísfjallinum. Vit rokna við, at myrkatalið er stórt, sigur Michael Rachlin frá Jødiska Samfelagnum í Danmark við Jyllandspostin.

Ein stórur partur av hendingunum hevur tilsipingar til nazismuna, eitt nú serliga "heil" heilsanin ella okkurt sum vísir til royndirnar hjá Hitlar at týna allar jødarnar í Europa. Og oftani eru tað børnini sum tað gongur útyvir.

Í frágreiðingini eru heilar 63 síður við ymsum dømum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo