Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Á hvør uppliving! Eg eri púra málleysur. Havi sera torført við at seta orð á allar kenslurnar, men vildi so ynskt at eg dugi at siga tykkum øllum frá tí eg føli. Hvussu ómetaliga takksamur eg eri fyri allan stuðul og hjálp. Tað var so ofta at eg føldi at eg dugdi ov illa at siga, ella vísa hvussu takksamur eg var fyri alt tit hava gjørt fyri meg.

Soleiðis skrivar Jákup Petur Eliassen í eini dagføring á sínum facebookvanga, eftir at hann hevur sodnað bragdið hann og Ken Bærendsen gjørdu í gjár og síðstu nátt við at ganga ein sonevndan Everesting túr - t.e. at ganga upp á Slættaratind so ofta, at tað í longd svarar til at fara upp á heimsins hægsta fjall.

Tað bleiv til 18 túrar tilsamans, og endamálið var eisini at skaffa pening til Eydnudeildina, sum er hondbóltsfelag fyri børn við serligum tørvi.

Jákup Petur Eliassen upplýsir hesi tøl frá túrinum:

Hæddarmetrar: 8.945m, Samla longd: 65.47 km, Tíð: 24:42:41, Brendar kaloriur: 9.918, Fet: 123.312 samla. 68.153 fríggjadagin, og 55.159 leygardagin, Tíð oman og niðan: Skjótasti túrur 54:36, seinasti túrur 1:32:08.

myndir: Egnar / facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo