40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Týsdagin 22. mars varð samstarvsavtala undirskrivað millum Eiðis kommunu og Reyða Kross Føroyar, í Hólmahúsinum. Avtalan snýr seg um vitjanartænastuna sum Reyði Krossur veitir.

Umboð fyri Reyða Kross greiddu frá tænastuni og eftir hetta var avtalan undirskrivað, av Rógva Egilstoft, borgarstjóra og Jóannesi Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi Føroya.

Møguleiki var hjá frammøttu áhoyrarunum at melda seg til tænastuna, og longu eru nøkur sum hava tikið av.

Reyði Krossur sigur soleiðis um tænastuna: At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina til tvær ferð um vikuna, ella eftir avtalu. Sum vitjanarvinur skalt tú minst vera 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo