Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-109/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um læknavaktina, frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu leingi bíðar hvørt fólkið í miðal, áðrenn telefonin svarar, tá ein ringir til læknavaktina?

2. Hvussu ofta er tað komið fyri seinasta árið, at fólk ringja til læknavaktina, og telefonin ikki svarar?

3. Stjórin í Heilsutrygd segði herfyri, at møguliga átti skipanin at broytast. Er landsstýrismaðurin samd við stjóran í Heilsutrygd? Um so er, hvørjar broytingar, sær landsstýrismaðurin fyri sær, kunnu gerast fyri at fáa skipanina at rigga betur?

Svar:
Til spurning 1

Sambært Sjúkrahúsverkinum vóru frá 1. juni 2022 til 1. juni 2023 29.005 uppringingar svaraðar, har tey flestu hava bíða styttri enn 4 min.

Í sama tíðarskeiðið hava 7.948 uppringingar verið, har tað er lagt á uttan at fáa svar, hóast lækni hevur verið tøkur (er loggaður á skipanina). Talan kann í ávísum førum vera um persónar, sum hava ringt fleiri ferðir uttan at koma ígjøgnum, helst tí at tað hevur verið stórt trýst á skipanina. Eisini kann hugsast, at ein stórur partur av hesum eru komin ígjøgnum, tá ið tey hava ringt aftur, og tískil eru við í tølunum fyri teimum køllum, sum eru svaraði.

Til spurning 2
Sum tað millum annað hevur verið frammi alment, hava tað tíverri verið tíðarbil, har ongin lækni av ymiskum orsøkum hevur verið tøkur (ikki loggaður á skipanina), og har telefonin ikki hevur svarað, tá fólk hava ringt til Læknavaktina.

Sambært Sjúkrahúsverkinum hava 2.292 uppringingar verið í tíðarskeiðinum 1. juni 2022 til 1. juni 2023, meðan eingin lækni hevur verið tøkur. Hetta svarar til umleið 6 uppringingar í miðal um samdøgrið. Talan kann í ávísum førum vera um somu persónar, sum hava ringt fleiri ferðir. Í teimum førum har telefonin ikki svarar, hava fólk umvegis telefonsvarara fingið upplýst, at tey skulu ringja 112, um tørvur er á bráðfeingis hjálp.

Landsstýriskvinnan er ikki nøgd við, hvussu Læknavaktin 1870 er skipað í dag, har tað millum annað eru tíðarbil har læknavaktin 1870 ikki svarar. Tí verður arbeitt við at fremja neyðugar broytingar í skipanini (sí svarið til spurning 3).

Til spurning 3
Síðani Læknavaktin varð sett á stovn í apríl 2007, eru fleiri viðurskifti broytt og virksemið er munandi økt, men hóast tað er bygnaðurin í Læknavaktini framvegis tann sami.

Læknavaktin er í dag skipað á tann hátt, at tað er Heilsutrygd, ið hevur yvirskipaða ábyrgd av kommunulæknaskipanini, meðan kommunulæknarnir hava sjálvir ábyrgd av Læknavaktini.

Harumframt hevur Sjúkrahúsverkið ábyrgdina av sjúkrarøktarfrøðingunum, ið starvast í Læknavaktini, umframt at hava ábyrgd av hølunum hjá Læknavaktini. Tørvur er á at broyta henda bygnaðin, tí hann er bæði fløktur og ótíðarhóskandi við einum fleirbýttum uppgávu- og ábyrgdarbýti.

Í mai 2023 samdust Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya um ein nýggjan bygnað fyri Læknavaktina. Talan er um ein bygnað við einum greiðum og einføldum uppgávu- og ábyrgdarbýti.

Ein ábyrgdarhavari verður í Læknavaktini, og tað verður Heilsutrygd. Við nýggja bygnaðinum í Læknavaktini ber til at fáa eina skipan, sum bæði veitir sjúklingum eina dygdargóða heilsutænastu; tryggjar starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður og sum støðugt verður ment.

Við nýggja bygnaðinum verður vaktarbyrðan hjá kommunulæknunum munandi minni, samstundis sum talið av sjúkrarøktarfrøðingum í Læknavaktini verður økt.

Sum tað alment hevur verið frammi, verður arbeitt við seta ein fakligan stjóra fyri kommunulæknaskipanina. Í hesum sambandi er ætlanin, at Heilsutrygd herundir fakligi stjórin, skal hava ábygdina av Læknavaktini og starvsfólkunum, sum starvast í skipanini. Við hesum bygnaðinum fara øll starvsfólkini í Læknavaktini at hava somu leiðslu. Hetta er eitt nýbrot samanborið við verandi skipan.

Bygnaðurin verður settur í verk, tá ein avtala er fingin millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið um vaktargjøld í Læknavaktini.

Heilsumálaráðið, 8. juni 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo