40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eg var staddur niðri í Danmark í farnu viku, tá eg fekk deyðsboðini av Ejfinni. Og hóast tað var skilligt, hvønn veg tað bar, so var tað ein hvøkkur og setti sín dapra dám á dagin. Tí eg havi havt nógvar góðar løtur saman við Ejfinni seinastu nógvu árini, tá hann hevur verið fastur partur av okkara virksemi innan ferðavinnuna her í Vestmanna.

Ejfinn byrjaði sína dagligu gongd inni á Fjørukrónni, tí hann fyri kommununa koyrdi mat út til pensjonistar í bygdini. Hvønn dag stutt fyri middag kom hann eftir døgurðunum og koyrdi teir trúliga runt til tey gomlu sum búðu heima. Seinni fór hann so at hjálpa okkum við bátatúrunum undir Vestmannabjørgini við ferðafólki um sumrarnar.

Og tað dámdi honum væl.

Serliga um tað vóru norðurlendingar, og serstakliga um tað vóru íslendingar við, tí hann búði sjálvur í Íslandi á yngri árum, og dámdi væl at práta íslendskt við gestirnar. Og hóast hann nógv tann størsta partin av lívinum hevur búð í Vestmanna, so var hann eisini eitt skifti í Kollafirði, har hann hevði nógva familju. So fullkomni túrurin hjá honum var, um har bæði vóru íslendingar og kollfirðingar við.

Fáur visti so væl um ættarbond sum Ejfinn. Tað kom meira enn so fyri, at eg hoyrdi fólk siga, tá tey fóru í land aftur, at tey ikki vistu av, at ættargransking var ein partur av upplivingini, tá man fór ein túr eystur undir land. Men tey máttu bara ásanna, at tey høvdu lært nógv um egna slekt á túrinum saman við Ejfinni.

Seinastu nógvu árini plagdu vit at vera nøkur sum fóru ein túr til Íslands at fáa íblástur og annars síggja, hvussu tey gjørdu har. Ejfinn var við á hvørjum túri. Tá var hann mitt í verðini. Mær dámdi væl at vera saman við honum, tí hann var so lættur at vera saman við. Og oftani kom okkurt stuttligt frá honum eisini.

Mangan verður sjálvboðið arbeiði tikið fyri givið, og tað er ikki fyrr enn ein slíkur ábyrgdarfullur persónur sum Ejfinn er farin undir grønu torvu at tað merkist, hvussu nógv hann hevur lagt eftir seg. Tað munnu eitt nú eisini VÍF og Undirhúsið helst geva mær rætt í.

Tað kann kanska tykjast løgi at ein maður, sum hevði so stóran áhuga fyri familju, ikki sjálvur fekk sær familju. So mikið størri var trúfesti ímóti systkjum og teirra børnum og barnabørnum, sum nutu væl av Ejfinnsa hjálpsemi og vilja til at taka sær av sínum næstu.

Hóast hann var stakur, so var hann sera sosialur og dugdi væl við fólki. Og tað váta rørdi hann ikki. -Tað sigur mær púrt onki, kundi hann taka til, hóast at hann kundi drekka eina hálva øl afturvið turrum fiski, sum vit onkuntíð fingu okkum, tá vit høvdu lagt ein langan dag afturum.

Og eg haldi, tað var ikki sørt at onkrar lógu framvið. Í øllum førum hevði hann áhugan á orði onkuntíð tá hann vann í Gekkinum, ella tað ferðina í Íslandi tá hann fylti 70, og vit høvdu fingið eina at syngja fyri honum.

- Tær kunnu spyrja so galið tær vilja, hvør hatta var, flenti hann framfyri seg nakað aftaná.

Maður kemur í mans stað, sigst. Men tað verður ikki lætt at finna ein líka trúfastan og eldhugaðan mann sum Ejfinn í Gerðinum.

Gunnar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo