Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ongin farmahavn uttan kranar, og soleiðis eisini í Tórshavnar Havn, har kranarnir seinastu árini hava verið sjónligir partur av býarmyndini. Men í morgun fór ein av kranunum umborð á finska flutningsskipið Meri, sum skal frakta hann til Reyðarfjørð í Íslandi, har hann nú fer at gera nyttu.

VP frættir, at kranin er ogn hjá Eimskipum, sum hevur virksemi bæði her og í Íslandi, og hann hevur verið í Føroyum í eina tíð, ímeðan umvælingar hava verið gjørdar á hinar kranarnar. Nú er meira brúk fyri honum í Íslandi enn her.

Ein slíkur krani er ikki nakar lættvektari, sum myndirnar eisini vísa. Hann vigar eini 400 tons og kann lyfta áleið 120 tons.

Ferðin yvir til Reyðarfjørð tekur umleið eitt samdøgur.

Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo