Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Kenda ungdómsbókin, Heimurin hjá Suffíu, kom í síðsta mánaði út í nýggjum hami. Talan er um bók eftir franska høvundin Vincent Zabus, sum Nicoby myndprýddi.

Tað er ein undirhaldandi grafisk skaldsøga, ið byggir á heimspekiligu metsølubókina Heimurin hjá Suffíu eftir norska høvundin Jostein Gaarder. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Við hesum ótrúliga verkinum hava nýggj ættarlið møguleika fyri at spyrja lívsins størstu spurningar saman við Suffíu!

Um bókina
Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin?

Ein dagin fær Suffía eitt bræv við hesum løgnu spurningunum. Tá byrjar eitt sjáldsamt samband ímillum okkara ungu, forvitnu hetju og tann loyndarfulla heimspekingin. Spurningarnir hópa seg upp, og Suffía verður blakað út í eitt ævintýr, har hon ferðast ígjøgnum heimspekiligu søguna hjá vesturheiminum. Hon lærir eina rúgvu um teir størstu heimspekingarnar, men mest av øllum lærir hon um seg sjálva.

Vincent Zabus skrivaði bókina grundað á skaldsøgu eftir Jostein Gaarder. Nicoby myndprýddi, og Bára Svabo Persson týddi úr norskum (upprunamál: franskt). Bókin er 264 bls. og heft við klaffum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo