Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya sprelski føroyski umboðs-fretur, okkara braneggjaði Rajani skal nú halda síni fyrstu jól í Ísrael, útsendur og programmeraður av okkara uttastovu-profeti Jenisi av Tvørabakka.

Tað er slett ikki nøkur løtt uppgáva, tí nógvum ísraelsmonnum dáma ikki so væl kristnar hátíðir, og serliga tey upprunaliga heidnu jólini fella teimum illa fyri bróstið. 

Men í hesi sælu jólatíð skal helst pyntast við ymsum jólaskreyti í tí rættiliga beru Rajana-stovu fyri at hugna eitt sindur um í tí lýggja, men jólasøra  december-mánaði niðri við Miðalhavið.

Tað gevur tí stóran og hektiskan aktivitet hjá okkara hart-arbeiðandi uttan-manning á sendistovuni  í Tel Aviv. 

Hvussu skullu nú jólini haldast har á leið? 

Ja, tey títtu og illsintu netboðini millum Tinganes og Tel Aviv eru øgiliga febrilsk í hesum døgum. Hetta er jú eitt tað størsta og mest kompliceraða  diplomatiska málið hjá Uttastovu-Jenisi higartil.

Skal skreyt við guirlandum, hjartakurvum, stjørnum, kúlum, kramarhúsum, jólatrøum og/ella grulvinissum loypast heilt um ella kann man finna eina diplomatiska millumleid, eina diskreta pyntingar-metodu, sum ikki provokerar dogmatiskar israelsbúgvar óneyduga nógv.

Tað er strævið at finna nissur í Tel Aviv, men tann lagaliga danska sendistovan hevur boðið sær til at assistera Rajani við jólapynting, men hann noyðist fyrst at spyrja í Tinganesi, áðrenn hann torir at brúka danskt skreyt.

Jólagávur mugu sjálvandi hvassliga censurerast, so har ikki verður nakað andstyggiligt tilfar at forargast um, eitt nú jólaskinka ella -súlta. 

Ja, her skal stígast við jólahógv og traðkast á hóvligum diplomatiskum leistum.

Fyri ortodoksar jødar er jólapynt næstan verri enn illbønir og bannan eru fyri okkara etiska Uttan-Jenis. 

Heidnar jólamenn  kann man t.d.  slett ikki hugsa um, - TAÐ hevði verið, sum at víst hundi brand.

Ris a la mande er harafturímóti heilt accepterað, tí tað kann bara gagna og frøa teir lokalu rís- og mandulbøndurnar. 

Tað kann útflýggjast alkoholfrítt gløgg í sendihølunum, men jødakakur eru sjálvandi heilt bannlýstar.  

Kleynur eru farnar í eina serliga kleynunevnd, tí tær eru oljukókaðar, og tað er á markinum fyri, hvat kann serverast í Jødalandi, og slett ikki í sabbattini.

Jólatræið og serliga dansurin um træið eru problematisk diplomatisk trætumál, tí eftir ortodoksum jødiskum siði, mugu kvinnur slett ikki syngja í mannfjøld.

Her hevur tann knái Rajani, sum einum diplomati verdugt, funnið eitt praktiskt kompromis í ár av Corona-orsøkum, so øll bara sita passivt niðri og stara  tigandi at trænum; tað naska jólapolitiið fer soleiðis ikki at hoyra nakran óhóskandi  kvinnuligan sang.

Sumt  jólaskreyt verður kortini  hildið at vera relativt neutralt, og hjá einum avslappaðum hindu, sum Rajani eru jólini ikki nøkur hóttan, hvis tey bara eru neytaleys; hann hevur tí gjørt av, at hann ikki vil útihýsa nakrari "kúlu" í december mánaði.

Øll, sum koma á gátt í sendistovuni fáa tað, akkurát sum á jólum; - eingin skal bera jólini út

Ein serliga penibul stór-spurningur hevur kortini tikið seg upp viðvíkjandi einglum. 

Dogmatiskir rabbinarar vilja ikki vita av einglum, uttan tað er heilt bumbu-vist, at teir eru týðuliga og hegnisliga umskornir.

Her stendur fyribils diplomatiskt í botni, tí Mentar-Jenis, sum annars hevur bannað fólki at banna, hevur svorið ein dýran eið uppá, at alla hansara tíð hevur.

Tað  etiska Eldraráðið í Miðflokkinum roknaði við, sum explicit givið, at einglar eru hvørkikyn og heilt handan einhvønn kynsligan fimleik ella ólevnað. 

Hetta kann tann ovurfrommi Jógvan á Lækjuni eisini vátta - hann hevur sjálvur kannað tað fleiri ferðir!

Jenis hóttir við at fleingja Rajani, so hann verður ein útskammaður jólaskekil, hvis hann ikki fær hongt puritanskar einglar upp í tí føroysku jólastovuni í Tel Aviv. 

Sett er tí ein ekstremt skjótt-arbeiðandi einglanevnd, sum skal greiða hesa anatomiskt/teologisku fløkju, so okkara hindu-umboð kann fáa tann diplomatiska ísraelittiska jólastemningin bjargaðan. 

Annars er fryktandi fyri, at tey kavasøru Tel Aviv-jólini verða skammilig jólatrøll.

So meðan tann ísraelski temperatururin spakuliga krýpur upp ímóti 30 gradum, stendur sendi-Rajani í sínum beskedna diplomat-býli í plágandi sveittabroti, meðan hann hyggur tára-fuktaður í ein landsynning og mutlar: 

"Næsta ár verða tey jenisensku jólini kanska hildin í Jerusalem!"

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo