- Eg eri samdur í tí sum eg hoyri, men eg eri ikki samdur í tí sum eg síggi, segði samgongutinglimurin Jóhannis Joensen fyri løtu síðani í sambandi við uppskotið um nýggja ferðavinnulóg.
Jóhannis Joensen var samdur í tí sum hann hoyrdi frá Høgna Hoydal, men hann var ikki samdur í tí sum hann sá, og meinti við uppskotið sum er til viðgerðar.
Jóhannis Joensen, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum, segði eisini, at sum uppskotið fyriliggur nú, tekur hann ikki undir við tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo