40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í morgun frættust boðini, at Álvur Kirke var fluttur heim til Harra og Meistara sín, til Frelsaran, sum var álit hansara, og sum hann tænti, frá barni av.

Vit í Miðflokkinum minnast aftur á nógvar góðar løtur og upplivingar saman við Álvi. Tí glaði, blíðlynti og trúfasti vágbingurin var við í flokkinum frá fyrsta degi av.

Hann var við, dagin tá avgerðin um at stovna flokkin varð tikin, og gjørdist, í 1992, fyrsti formaður Miðfloksins.

Álvur stillaði upp til sjey løgtingsval og tók fleiri ferðir, sum varamaður, sæti á Løgtingi.

Bæði á Løgtingi og á nevndar- og  floksfundum, sum hann trúfastur møtti til, varð atferð hansara merkt av tí góða, siðiliga, av friði, semjusøkjan og trúfesti.

Hugsjónir hansara vóru bygdar á klett. Tað bæði hoyrdist og sást.

Tað sosiala, tað andaliga, kristna grundarstøðið, umsorganin fyri tí veika og tjóðarfrælsi, hesi vóru mál, sum lógu honum fremst í huga.

Ongantíð gloymdi Álvur tað allar veikasta okkara millum, barnið í móðurlívi.

Ótroyttiligur talaði hann søk teirra óføddu, og hann stóð stinnur og óræddur undir lið teirra, sum gingu á odda í týdningarmikla verkinum- at verja hesi óseku.

Í 2005 flutti kona Álvur, Jetta, heim til Harran. Í 2007 giftust hann við Sólvá, sum hevur staðið honum trúføst við lið farnu 15 árini.

Vit í Miðflokkinum fara at sakna merkismannin, vinin og bróðurin Álvur Kirke. Sakna hansara ráð, hansara stuðlandi viðmerkingar og ikki minst glaða og lívgandi smílið.

Takk fyri alt, góði Álvur!

Vit møtast skjótt aftur, heima í mangan betri bústøðum okkara, heima hjá Jesusi.

Harrin styrki og verði tykkum nær í sorgini, Sólvá, Petur, Rúni og Ingi við familjum.

Jenis av Rana
floksformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo