Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

- Vit kundu havt fingið nógv, nógv sterkari lið, so vit eru sera væl nøgdir.

Hetta sigur Åge Hareide, landsliðsvenjari hjá Danmark, nú tað er greitt, at Danmark skal møta Fraklandi, Avstralia og Peru í HM-endaspælinum í Russlandi næsta ár. 

Lutakastið til HM-endaspælið varð avgreitt í Moskva í dag, og Danmark kundi havt fingið eitt verri lutakast.

- Á pappírinum var tað týdningarmikið at fáa Peru og Avstralia. Frakland kenna vit. Tað er eitt sera gott lið. Men eg veit ikki, um ein kann kalla hetta eitt dreymalutakast. Øll lið eru trupul at spæla ímóti. Tey, sum man heldur, eru minni góð, kunnu yvirraska, so vit skulu vera klárir, segði Hareide í hesum sambandi.

Fyrsti dysturin hjá Danmark er ímóti Peru tann 16. juni, tann næsti ímóti Avstralia tann 21. juni, meðan tann triði er ímóti Fraklandi tann 26. juni.

Danmark var í bólki við Fraklandi til HM-endaspølini í 1998 og 2002. Seinnu ferðina vann Danmark 2-0 á Fraklandi, sum harvið ikki kom víðari til 1/8 finalurnar hetta árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo