40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein lønarhækking, ið munar beinanvegin. Tað inniber uppskotið hjá Tjóðveldi um eina lønarpulju til starvsbólkar innan heilsu, barna, eldra og almannaøkið.

Vit skjóta upp at seta eina lønarpulju á 50 milliónir netto, so starvsfólkini fáa eina lønarhækking, ið munar. Áleið 2000 krónur meira per lim at samráðast fyri er úrslitið fyri fakfeløgini.

Hetta forðar ikki fyri, at tey eisini fáa eina lønarhækking við samráðingar annars.

Seinastu tíðina eru trý ymisk uppskot komin frá politisku skipanini um lønarviðurskifti. Løgmaður tosar um skattalætta, Javnaðarflokkurin um stytta arbeiðsviku og Tjóðveldi um eina lønarpulju. Kortini vóru bara løgmaður og Javnaðarflokkurin við í Breddanum í Kringvarpinum fyrrpartin, men onki umboð fyri Tjóðveldi – tað undrar.

Øll trý uppskotini hava sínar ivaleyst dygdir, men uppkotið hjá Tjóðveldinum bøtir um støðuna beinavegin.

Beinta Løwe,
løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo