Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin fer lotið úr útsynningi yvir í sunnan og so landsynning, sólglottar av og á men eisini okkurt æli, hitin um 8 stig.

Týsdagin og mikudagin gul av lágum eystri, sól ella sólglottar, turt og hitin uppí 10 stig.

Hósdagin verður lotið heldur frískari og hann liggur ímillum eystan og landnyrðing, turt og sólglottar og hitin um 8 stig.

Fríggjadagin trilkar hann vindin, sum frálíður uppí ein strúk av landnyrðingi, samdrigið men fyri tað mesta turt og nakað kaldari, um 6-7 stig.

Næsta vikuskifti strúkur í vindi av eystri ella landnyrðingi, turt og hitin 6-7 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo