40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgin skýggjað men turt fyri tað mesta. Ættin verður landsynningur, upp í frískan vind, og hitin um 9 stig.

Týsdagin smáskýggjað men eisini fleiri løtur við sól, turt og hitin um 10 stig. Ættin verður landsynningur, men bert eitt lítið gul.

Mikudagin og hósdagin gul av landsynningi, sól tað mesta av degnum og hitin um 9 stig.

Fríggjadagin bert ein ond av ymsum ættum, sól og hitin um 8 stig.

Næsta vikuskifti strúkur í vindi høgt og tað verður kaldari og fyrstu dagarnar í aðru viku kemur hitin niður ímóti frostmarkinum og tað kann fara at kava, sambært langtíðarforsøgnini.

kelda: windfinder.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo