Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Mentamálaráðið lýsti hervið skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla og Vestmanna skúla, umframt einalærarastarvið í Haraldssunds skúla og Fámjins skúla og útoyggjalærarastarvið í Svínoyar skúla leyst.

Flestar umsóknir hevur einalærarastarvið í Haraldssunds skúla fingið; har eru tað 11, ið hava hug at taka tað starvið á seg.

Næst flestar umsóknir hevur útoyggjastarvið í Svínoyar skúla fingið; har eru tað 7, ið kunnu hugsa sær tað starvið.

Skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla og skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla eru ávikavist 4 og 3 umsóknir til; somuleiðis eru 3 umsóknir til einalærarastarvið í Fámjins skúla.

Størvini verða sett frá 1. august, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo