Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Einar's Distillery: Fyrsta føroyska Whisky frá Einar´s Distillery, er nú búnað í 5 ár. Sambært serfrøðingum er nógv at fegnast um.

Tíð, tol og treiskni krevst,  tá ið ein fæst við Whisky.  Hettar er nakað, ið hevur myndað fyritøkuna Føroya Bjór við 135 árum á baki.

Einar´s Distillery, er sprottið úr hesum andanum, við smakki og góðsku. Seinastu árini hevur verið bíðað eftir búningini av whisky – hesa tíðina eru fleiri nýggjar vørur mentar m.a. Einar´s GIN, Einar´s Rom og Einar´s Bitter umframt fleiri onnur sløg.

Einar´s Distillery hevur latið fleiri whisky á marknaðin.

Fyrsta Føroyska Whisky, er nú búnað í 5 ár og er hettar nakað serstakt, ið sæð hevur verið fram til í longri tíð. 

Skotsmálini av Einar´s Whisky útgávunum, hava verið sera góð, við orðingum frá serfrøðingum sum - `You are `Outscottiching the Scotch` við úrslitum á sera høgum støði. 

Fakta um 5 ára útgávuna:    Tappað við fullari fatstyrki 58.5%.  Æðublikurin prýðir hesa 5 ára útgávuna. 354 fløskir frá 190 liturs Buffalo Trace fati.

Viðmerkingar frá serfrøðingum:  "For a five-year-old, this is coming on splendidly: there is so much to enjoy here – including the barley sugars not being flattened by the drying oloroso as is often the case. Much to be happy about."   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo