40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú verður lættari hjá túsundtals føroyingum at fáa síni skattaviðurskifti í lag í sambandi við útgjald av pensjónum úr donskum pensjónskassum.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur seinasta árið fleiri ferðir heitt á danska skattamálaráðharran, Morten Bødskov, um at broyta skipanina fyri útgjaldi úr donskum pensjónskassum, soleiðis at hendan tekur atlit til, at føroyingar búsitandi í Føroyum ikki skulu skattast í Danmark.

Túsundtals føroyingar við skattskyldu í Føroyum hava hvørt ár runnið seg í trupulleikar, tá pensjónin úr Danmark skal útgjaldast, tí tað ikki hevur borið til at fáa góðkent skattafrítøku uttan sera drúgva málsviðgerð.

- Í veruleikanum hevur hetta havt við sær, at fólk hava verið noydd at togast við danskar myndugleikar fyri at fáa fatur á allari sínari pensjón. Og í summum førum, at føroyingar av órøttum hava goldið skatt í Danmark. Hetta verður nú broytt, soleiðis at skattafrítøkur automatiskt kunnu skrásetast í donsku skipanini.

Nýggja loysnin ber við sær, at skattafrítiknir føroyingar ikki skulu togast við danskar skattamyndugleikar á hvørjum ári, tí skipanin framyvir automatiskt fer at skráseta skattafrítøku ár um ár. Hetta er galdandi fyri øll tey, ið hava søkt um skattafrítøku eftir 2015. Tey, ið hava søkt áðrenn 2015 mugu tí søkja av nýggjum fyri at vera skrásett í nýggju skipanini.

- Hetta er ein markaforðing minni. Ein trupulleiki, sum hevur elvt til høvuðbrýggj fyri nógvar føroyingar, og eg fegnist um, at hetta málið loksins er loyst, sigur Sjúrður Skaale at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo