Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Eingin av nýútbúnu lærarunum hevur fingið fast starv í fólkaskúlanum.

13 hava fingið tíðaravmarkað starv, tað er eitt skúlaár, meðan 4 hava fingið starv í styttri tíð, heilt niður í ein mánað.

Síðan eru 8, sum ikki hava fingið starv.

Her skal tó viðmerkjast, at tvey av teimum, sum ikki hava fingið starv, av ymiskum orsøkum ikki hava søkt um starv.

Annars eru nýútbúnu lærararnir fullvæl vitandi um, at trupulleikar eru at fáa starv í fólkaskúlanum. Tey hava søkt starv í fleiri skúlum, heilt upp í 26 umsóknir og í miðal fleiri enn 8 umsóknir í part.

Tað gevur eisini eina ábending um, at nýggju lærararnir eru tilvitaðir um avmarkaða talið á størvum, at fleiri hava tikið av størvum rættiliga fjart frá bústaðnum. 6 av lærarunum skulu koyra millum 10 og 170 km til og frá arbeiði.

Í miðal koyra teir 6 lærararnir, sum ikki búgva í somu kommunu, har skúlin liggur, 78 km, aftur og fram hvønn dag.

Nýútbúnu lærararnir vita eisini, at tað er umráðandi at fáa starv beinanvegin, tí komandi ár verða aftur eini 25-30 nýggir lærarar í røðini at søkja starv. Tá er umráðandi at hava styttri ella longri arbeiðsroyndir at vísa á.

At helvtin av nýútbúnu lærarunum hava fingið starv, væl at merkja tíðaravmarkað starv, er á ongan hátt nøktandi. Eftir fýra ára lestur standa lærararnir eftir við ótryggum ella slett ongum starvi. Og tað eru eingi útlit fyri, at støðan fer at batna. Barnatalið í fólkaskúlanum minkar áhaldandi, og tepra játtanin til fólkaskúlan gevur ikki rúm fyri at gagnnýta tær væl útbúnu lærarakreftirnar, sum eru.

Ein holl læraraútbúgving er al neyðug, og tí er lættari sagt enn gjørt, t.d. at steðga eitt ár at taka læraralesandi inn á Námsvísindadeildina. Men Lærarafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at Námsvísindadeildin við millumbilum kundi lagt dent á eftirútbúgving av lærarum, heldur enn at útbúgva nýggjar lærarar.

Í hvussu er er tað ein vanlagna at standa við einum prógvi, men ongum arbeiði. Og í hvussu er var tað ikki við tí fyri eyga, at hesi fóru undir læraraútbúgvingina.

Herálvur Jacobsen
formaður Føroya Lærarafelags

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo