Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Soleiðis segði Bárður Nielsen, tá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at avtaka mótrokningina í pensjónini var til aðru viðgerð í gjár.

Uppskotið fall og Sambandsflokkurin var einasti flokkur á tingi, sum tók undir við at avtaka mótrokningina. Harvið er Sambandsflokkurin samstundis einasti flokkur á tingi, sum veruliga ynskir at betra støðu pensjonistanna á arbeiðsmarknaðinum.

Nýggjastu tølini vísa, at talið av pensjonistum á arbeiðsmarknaðinum er fallandi: í 2019 var talið 71% og í 2022 er talið fallið til 61%. Vit í Sambandsflokkinum eru av tí áskoðan, at mótrokningin í fólkapensjónini er ein av orsøkunum til, at talið av pensjonistum á arbeiðsmarknaðinum er fallandi.

Sambandsflokkurin fer tí at arbeiða víðari við at geva pensjonistunum rættin til at kunnu arbeiða so nógv sum teir hava hug til uttan at verða mótroknaðir!

- Eingin missir av, at ein pensjonistur fer til arbeiðis og arbeiðir so nógv, sum hann hevur hug og orku til. Samfelagið vinnur av tí, pensjonisturin vinnur av tí og okkara tænastur vinna av tí, tí vit fáa meira pengar inn í skatti til at fíggja okkara vælferð - øll vinna av tí!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo