40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Í 2019 vóru íløgur í undirstøðukervi í Føroyum 5,7% av BTÚ. Verður hetta tal samanborið við hagtøl hjá OECD, eru Føroyar tað landið í heiminum, sum ger størstu íløgurnar í undirstøðukervi

Myndin niðanfyri (mynd 1) samanber samlaðu íløgurnar í undirstøðukervi hjá almennari fyrisiting og tænastu tvørturum lond sum prosentpartur av BTÚ.

Hóast hendan uppgerð vanliga ikki fevnir um almenn partafeløg, er skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar roknað uppí samlaðu íløgurnar, tí landskassin veðheldur fyri hesa skuldina.

Í 2019 vóru íløgur í undirstøðukervi í Føroyum 5,7% av BTÚ. Verður hetta tal samanborið við hagtøl hjá OECD, eru Føroyar tað landið í heiminum, sum ger størstu íløgurnar í undirstøðukervi; okkum næst er Kina á 5,6% og síðani Hvítarussland á 2,4%. Verður sammett við norðanlondini, er Noreg næst okkum áljóðandi 1,6% av BTÚ í 2019.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo