40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-133/2021 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um samskifti við donsku stjórnina um radaran.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum landsstýrismannin og verjumálaráðharran frá september 2019 til februar 2021?

2. Hvussu nógvir fysiskir fundir, telefonfundir ella talgildir fundir hava verið um radaran millum embætisfólk hjá føroyska uttanríkisráðnum og embætisfólk hjá danska verjumálaráðnum frá september 2019 til februar 2021? 

3. Hvør eigur sambært donsku stjórnini avgerðina, um radari skal setast upp ella ikki í Føroyum? 

4. Hevur danska stjórnin noktað fyri, at Løgtingið tekur prinsipiella avgerð um radaran? 

Svar
Til 1 og 2:
Spurningurin um ætlaða Arktis-kapasitetspakkan hjá donsku stjórnini varð umrøddur millum landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og danska verjumálaráðharran á telefonfundi 6. august 2020, á fundi í Keypmannahavn 8. septembur 2020, og á talgildum fundum 13. novembur 2020, 19. januar 2021 og 10. februar 2021.

Møguleikin fyri, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum kundi gerast partur av arktiska kapasitetspakkanum, varð fyrstu ferð nevndur í telefonsamrøðu á embætisstigi tann 20. novembur 2019. Evnið varð aftur umrøtt á embætismannafundi í Keypmannahavn 17. desembur 2019, og á talgildum fundum millum embætisfólk 22. septembur 2020 og 18. januar 2021.

Í januar 2021 fekk landsstýrismaðurin eina formliga umbøn um at taka støðu til spurningin um at seta upp nýggja lofteftirlitsradara í Føroyum. Við støði í umbønini hevur landsstýrismaðurin tríggjar ferðir ráðført seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd og eina ferð hevur Løgtingsins uttanlandsnevnd kallað landsstýrismannin í samráð. 

Áðrenn umbønina um at taka málið upp í Føroyum, var samskiftið millum landsstýrið og donsku stjórnina at rokna sum kunning í sambandi við, at spurningurin um ein møguligan radara í Føroyum var í umbúnað, og ikki sum ítøkiligar samráðingar ella støðutakan. Tí varð tað mett at vera ov tíðliga hjá landsstýrismanninum at ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Víst verður í hesum sambandi eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-74/2020. 

Síðan februar 2021 hava verið tveir fundir við verjumálaráðharran.

Harumframt ein fysiskur og tríggir talgildir fundir á embætisstigi, umframt regluligt skrivligt og telefoniskt samskifti.

Til 3 og 4: Longu tá ið fyrstu ábendingarnar komu um, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum møguliga fór at vera ímillum raðfestingarnar í arktiska kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini, gjørdi landsstýrið vart við, at talan er um eitt mál, sum føroyskir myndugleikar skulu taka støðu til. 

Frá danskari síðu hevur somuleiðis frá byrjan verið boðað frá, at einki verður gjørt fyrr enn ein avgerð er tikin um málið í Føroyum. Hesin boðskapur er endurtikin við jøvnum millumbilum, bæði alment og í samskifti millum partarnar.

Tá ið landsstýrismaðurin hevur greitt frá tilgongdini í Føroyum, hevur verjumálaráðharrin sagt, at danska stjórnin ikki leggur seg út í, hvussu málið verður viðgjørt í Føroyum.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo