Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár kundi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hátíðarhalda eitt ára dagin fyri, at hann festi sína undirskrift á sáttmálan, so Stórabretland endaliga segði farvæl við ES.

Í seinastu meiningarkanning, sum var gjørd í desember, søgdu 49% at tað var skeivt at fara úr ES. 39% halda, at tað var rætt og 12% vildu ikki svara.

Greiningarfyritøkan Yougov gjørdi kanningina. Tað hevur hon gjørt síðani 2016, tá fólkaatkvøðan var, og við einum undantaki, tað var í 2020, hava allar kanningar víst sama úrslit seinastu trý árini, nevniliga, at tað var skeivt av bretum at fara úr ES.

Serliga áhugavert er tað, at ein vaksandi partur av teimum, sum atkvøddi ja á fólkaatkvøðuni, nú tykjast hava broytt meining.

Tað er ikki bara sum at siga tað at seta tøl á hvussu tað hevur gingist, tí korona órógvar myndina.

Men eitt tal kann brúkast, og tað er bretska bruttotjóðarúrtøkan samanborin við hana hjá londunum í ES. Í 3. ársfjórðingi í 2021 var bretska BTÚ 3,9% hægri enn 2. ársfjórðing 2016. Sama tíðarskeið vaks BTÚ hjá evrulondunum við 6,2%, skrivar Financial Times.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo