Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, stúrir fyri fólkaræðinum í USA. Tað sigur hann í New York Times á ársdegnum fyri álopið á Kongressina.

- Nú eitt ár seinni hava fortalarar fyri lygnini um valsvikið yvirtikið ein politiskan flokk og økt um misálitið á okkara valskipan. Tey enda við at venda amerikanarar ímóti hvørjum øðrum, sigur Jimmy Carter, sum nú er 97 ára gamal.

Hann sipar til meiningarkanningar sum vísa, at upp ímóti 70% av republikanarum framvegis halda, at ikki alt fór rætt fram, tá Donald Trump tapti forsetavalið og Joe Biden bleiv forseti.

- Vit mugu seta okkara ymiskleika til viks og arbeiða saman áðrenn tað er ov seint, sigur Jimmy Carter í New York Times.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo