Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Maskinmeistarafelagið: Í staðin fyri alla tíðina at skula dálka sítt umdømi í risastórum, miseydnaðum byggiverkætlanum, eigur Landsverk at fáa sín upprunaliga leiklut aftur og burturav taka sær av okkara almennu vegum, tunlum og brúm, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Partafeløg stovnað til endamálið eiga at standa fyri øllum stórum byggiverkætlanum og eisini hava fulla ábyrgd fyri teimum.

Landsverk skal hava nýggjan stjóra, og tað er eitt gylt høvi at fáa stovnin aftur á beint og gera tað, hann dugir best – nevniliga taka sær av viðlíkahaldi av landsveganetinum, tað er almennum vegum, tunlum og brúm, og í minni máti vega- og tunnilsgerð.

Tað heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum møðist av áhaldandi at síggja Landsverk, har nógvir limir í felagnum arbeiða, í óhepnum leiklutum.

- Landsverk er nógv frammi í miðlunum, og oftast er tað sum tann svíkjandi og inkompetenti eftirlitsmyndugleikin í stórum almennum byggigølum. Men vit hoyra onki um tað megnar arbeiðið, sum fólkið á stovninum ger, tá tey sleppa at gera tað, tey eru sett í heimin at gera, nevniliga at tryggja okkum eitt gott og trygt landsvegakervi. Tí tað er har, stovnurin hevur sínar kjarnuførleikar.

- Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum eru risastórar almennar byggiverkætlanir við Landsverki sum byggiharra, og báðar verkætlanirnar eru endaðar sum regulerar byggigølur. Pílarnir peika sjálvsagt á byggiharran, sum í hesum førinum er ein almennur stovnur, men tað merkir í praksis, at ongin nakrantíð verður ábyrgdaður. Tað peikar bara í allar ættir, sigur hann.

Stórar almennar byggiverkætlanir eiga í staðin at ankrast í partafeløgum, stovnað til endamálið, heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

- Tað skal ongantíð vera ivi um, hvør hevur ábyrgdina, og hvør skal taka avleiðingarnar, um sovorðnar stórar verkætlanir fara av sporinum. At partafelagsloysnin riggar, eru okkara undirsjóvartunlar góð dømi um – og teimum hevði Landsverk helst hevði havt munandi betri førleikar at tikið ábyrgd av enn einum skúladepli ella hospitalsbygnini, skuldi tað verið, sigur Arnfinn Bech.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo